Høvd og hali

Tormóður Stórá
formaður í nevndini fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn
?????????????
Starvsnevndin fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn dittaði sær at gera nakrar viðmerkingar til eina grein, sum Ólavur á Heygum hevði í bløðunum herfyri, har hann kom við ymiskum ógrundaðum skuldsetingum í sambandi við Ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn í fjør.
Maðurin hevur nú aftur trivið í pennin, ikki fyri at svara nevndini, men við einum persónligum aftursvari til undirritaða, ið sum formaður í nevndini hevur lagt navn til.
Veit meg ikki hava nakað persónligt útistandandi við mannin, men vorðið sum skotsmál at fáa frá honum. Í vavgreytinum hann bryggjar saman, verði eg á fáum linjum skýrdur sum ein, ið ikki dugir betri at lesa enn illimaður, ikki havi virðing fyri stevnufyrireik-arum, farið skeivur, ikki haldi meg til evnið, tvætli, fylgi illa við, komið við ov bíligum útsagnum, ikki haldi meg til evnið einaferð afturat, havi manglandi føling við hvussu fólk fyrireika, at eg ikki eri óheftur, ikki eri høvd men hali, eri einvísur, farið skeivur eina-ferð afturat og allarhelst ikki lesi fundarfrágreiðingar. Fyri at undirbyggja sínar útsagnir fýrir hann ikki fyri at endurgeva skeivt úr grein okkara og koma við nýggjum rongum útsagnum um okkurt tiltak Føroyahúsið hevur verið við í. Einar tvær ferðir má hann undirstrika, at tað er hann, sum situr inni við "sannleikanum", og at tað er hesin, sum ikki verður toldur.
Á slíkum støði má maðurin sleppa at tjakast einsamallur !
At hesar linjur hóast alt verða skrivaðar kemst av, at hann í aftursvarinum til mín persónliga eisini insinuerar, at okkurt er galið við tí fíggjarligu síðuni av Ólavsøkutiltakinum og spyr hví ongin almennur roknskapur er og hvat varð av avlopinum. Heldur ikki í hesum førinum hevur hann ómakað sær at spyrja seg fyri á røttum staði. Roknskapurin fyri Ólavsøkuhaldið varð avgreiddur í septembur mánaða 2004, latin relevantu pørtunum og fyrireikingarbólkurin hevur eisini tikið støðu til hvat avlopið skal brúkast til.
Eisini ivast maðurin í, um umboðsráðið í heila tikið hevur nakað eftirlit við Føroyahúsinum. Til hetta er at siga, at umboðsráðið til eina og hvørja tíð kann geva sína meining til kennar um virksemi í húsinum og velja nýggjan formann, - men tað hava tey so ikki mett neyðugt tey seinastu tíggju árini.
Frá mínari síðu verður við hesum sett punktum í Ólav(søku)málinum.