Høvdu sama venjara

Tað var als ikki vanligt tá - og tað hevði neyvan verið hugsandi í dag. Men støðan í 1965 var tann, at HB og B36 høvdu sama venjara.
Í »Rennið Dreingir«, sum B36 gav út í 1997, verður skrivað, at bæði HB og B36 høvdu ilt við at finna sær venjara til kappingarárið, sum stóð fyri framamn. Á felags nevndarfundi varð tí gjørt av, at feløgini skuldu seta seg í samband við skrivaran hjá DBU, sum var væl kendur í Havn.
Úrslitið av hesum varð, at Bengt Anneman varð settur sum venjari hjá báðum feløgum. Bæði í HB- og í B36-bókini verður sagt, at nýggi venjarin legði nógv fyri, og at tað serliga var kropsliga venjingin, sum fekk stóran ans.
Og væl man hava munað, tí tá avgerðin skuldi finnast, vóru tað tey bæði havnarfeløgini, sum skuldu gera av, hvør teirra skuldi hava gullið.
Og at tað gjørdist HB, høvdu tey reyð/svørtu helst eisini eina eyka orsøk at fegnast um. Í øllum førum ljóðaði tað í HB-leguni, at venjaranum dámdi betri B36.
Bengt var bert hetta eina árið í Føroyum. HB-bókin veit at siga, at síðani hann flutti aftur til Danmarkar, hevur hann nærum øll árini búleikast í Keypmannahavn. Seinnu árini tó í Helsinge, og hevur hann síðani 1970 koyrt hýrovognskoyring í danska høvuðsstaðnum.