Hóvliga leiðin - tann gongda leiðin

Veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd í Dimmalætting nú um dagarnar, gevur ikki tær stóru broytingar í mun til seinasta løgtingsval. Tó so, bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa hvør sín tingmann afturat, meðan tað tykist sum um loysingaraldan er við at flata út.

Hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi - serliga ikki, tá hugsað verður um, hvussu spent viðurskiftini vóru millum Danmark og Føroyar fyrr í ár.


Eyðvitað er, at hetta kortini ikki merkir, at vit ikki skulu gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, tí tað skulu vit gera. Men landsstýrissamgongan eigur bara at hava í huga, at eisini eigur at verða hugsað um onnur viðurskifti.


Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina ført fram, at vit skulu ikki gera broytingar, sum ganga út yvir vælferðina hjá føroyinginum. Hetta hevur av samgonguflokkunum verið kveistrað til viks - og varð Javnaðarflokkurin av hesi orsøk settur uttanfyri - av Tjóðveldisflokkinum, hóast Fólkaflokkurin uttan iva - sæð út frá støðu Javnaðarfloksins til júst hetta mál - heldur vildi samstarvað við Javnaðarflokkin.


Men hjá Javnaðarflokkinum nyttar einki at gráta yvir spiltu mjólkini - og tað nýtist honum heldur ikki. Tað verður júst Javnaðarflokkurin, ið fer at gera av, hvørja lagnu fullveldisætlanirnar hjá samgonguni fara at fáa.


Her eigur Javnaðarflokkurin at standa við vallyfti síni. Valferðin skal ikki lúta fyri fullveldisætlanunum!


Verða orðaskiftini, sum verið hava á tingi um fullveldisuppskotið hjá samgonguni og um stjórnarskipanarnevndina hjá Javnaðarflokkinum havd í huga, so er okkurt sum bendir á, at tann hóvligari parturin av Tjóðveldisflokkinum við Høgna Hoydal á odda er sinnaður fyri einhvørjari loysn, sum semja helst kann fáast við alt løgtingið um, sæð burtur frá Sambandsflokkinum. Og tað er hesa leið, vit eiga at ganga - tí vit eiga ikki at endurtaka mistøk frá farnum tíðum.


Hinvegin standa aðrar stórar avbjóðingar samgonguni fyri. Fólkið hevur eitt nú krav upp á endurgjald fyri reallønarmissin seinastu árini, greiða skal fáast á pensjónsskipanunum, eldrarøkin liggur í órøkt og nýggjur kommunubygnaður skal setast í verk.


Stórmál hvørt í sær? Tí skal farast fram hóvliga og við skili.