Nú skulu prestar og limir í kirkjuráðum velja fremsta starv í fólkakirkjuni og løgmaður at enda seta í starv, og eg, sum limur í fólkakirkjuni havi onga ávirkan. Ein ikki serliga demokratisk mannagongd.
Dimmalætting og myndirnar av valevnunum liggja framman fyri mær. Tær hava eisini staðið í Sosialinum, tvey arbeiðspláss, eg havi havt tættan tilknýtning til gjøgnum lívið Tað er nátt, eg eri vaknaður aftur og siti hálvnakin og súpi havragrýn. Hvønn av hesum vildi eg havt í starv, um eg hevði ávirkan. Fleiri verða kveistraðir til viks í stundini og at enda eru tveir eftir, síðan ein, ein og tveir, tað skiftir eitt sindur..
Og nú koma kritisku tankarnir. Eg fylli 50 ár komandi mánadag og eg eri ein av teimum, sum í fyrsta lagi kann uppliva at halda silvurbrúdleyp í 2021 um lív og heilsa og semja verður lagað okkum Poulu og mær. Eg hevði kunna verið giftur í hvussu er tvær ferðir áðrenn, um tað var meira “in” at giftast, tá íð eg var ungur ella um tað var eitt krav fyri at kunna liva saman.
Vildi eg havt ein bisp sum hevði noktað mær og konuni hjúnalagið seinstu 11 árini, bara tí vit høvdu havt eitt lív saman við øðrum frammanundan? Svarið er rungandi nei.
Í mínum gerandisdegi eru fólk, sum eru samkynd. Tað sást á summum av teimum longu sum børn, at hetta fór at vera teirra lutur í lívinum. Hetta er menniskju eins og eg við dygdum og lastum og við somu evnum at elska sum eg sjálvur. Og kærleiki, uttan mun til hvussu hann kemur til sjóndar, kemur ikki frá monnum, men frá Gudi. Kærleiki kemur bert til sjóndar, um vit steðga okkara tankum og lata Gud sleppa framat.
Vildi eg havt ein bisp, sum gjørdi lívið enn tvørligari hjá samkyndum enn tað framman undan er? Svarið er eitt rungandi nei.
Síðan eg byrjaði sum útbúgvin journalistur í 1982, og allarhelst eisini frammanundan, hevur landslæknin gjørt eina ársfrágreiðing. Í hesi hevur á hvørjum ári staðið hagtøl yvir forsturtøkur í landinum. Minsti parturin av hesum fosturtøkum eru framdar, tí vandi er fyri lívi mammunar í orðsins rætta týdningi. Føroyska samfelagið hevur góðkent fosturtøku, tað vísa hagtølini og hóast tað, so eiga vit onga lóg um fria fosturtøku. Við míni vitan um samfelagið veit eg, at fosturtøkur verða ikki bara framdar av lættlivandi damum. Fosturtøkur koma fyri í øllum familju, eisini teimum bestu. Tær koma fyri í fólkakirkjuni, í brøðrasamkomuni, í heimamissiónini og í teimum smærru sektunum. Tað skuldi ikki undra meg, at onkur sum hevur tilknýti til Lindina ikki eisini hevur framt fosturtøku.
Vildi eg havt ein bisp, sum legði eyka byrðu og revsing omaná hesar ólukkuligu kvinnur, sum ikki síggja annan útveg enn fosturtøku, tá ið ástarinnar heiti leikur vendist til pínu og sálarkvøl? Svarið er eitt rungandi nei.
Fólkakirkjan er ein gomul kirkja, og eg havi hug at halda at hon stinkar av gomlum vana. Kirkjan er ikki opin, orðið er ikki frítt. Tú skal verða teologur fyri at trína fram í kirkjuni og bera guðs orð fram. Fimm ár á hægri skúla í útlondum eru neyðug fyri at bera guds orð fram í fólkakirkjunni.
Hvussu ber tað til? Leitaði Jesus í templinum millum skriftklókar og farisearar eftir lærusveinum. Nei, hann fór til útróðrarbygdirnar við Generaretsjógvin. Hann fann óskúlaðar garnamenn, sum skuldu bera orðið viðari. Hann fór inn á Toll og Skatt eftir Matteus. Hann fór allarhelst í ein banka eftir Judasi, kanska tí týdningarmiklasta lærusveininum, tí hann gjørdi alt okkara trúargrundarlag við krossfestingini og uppreistri møguligt.
Eg havi verið deknur í fleiri ár. Bæði úti í heimi, og eisini sum eyka, eyka, eyka, eykadeknur í míni heimbygd Òyndarfjørður. Eg sleppi ikki at bera guds orð fram, soleiðis sum tað bylgist í mínum hjarta, soleiðis sum Gud talar til mín. Eg verið noyddur at lesa onkran turrgeldan lestur, sum ein útbúgvin prestur einaferð í fyrndini hevur skrivað. Livandi orðið, sum tekur støðu í samfelagnum í dag sleppur ikki av mínum varrum, eg skal lesa Guds orð soleiðis sum Jákup Dahl próstur sá tað, langt fyri eg var føddur og eg fylli 50 mánadagin. Her er talan um protektionismu, her verjir prestastættin sítt starv í besta fakforeiningsstíli.
Guðs orð í fólkakirkjuni er endað í snobbið, har bara ein við eini kandidateksamiu frá hægri lærustovni kann endurgeva og útleggja útróðrarmenninar við Genesaretvatnið. Eg dugi at leggja út Guðs orð, soleiðis sum andin talar til mín. Men eg sleppi ikki av einari stirvnari prestastætt, sum heldur upp á sín rætt og verjir seg. Her er bara talan um at verja egin borgarlig rættindi, hetta hevur einki at gera við Guðs orð. Og tí eiga vit so nógvar sektir í dag. Læsta fólkakirkjan tódnar og guds orð livir kring landið millum vanlig fólk, sum ikki finna seg í at verða leidd av øðrum enn Gudi.
Og hví skal bispur verða prestur? Halgabók sigur, at Jesus valdi útróðrarmannin Pætur sum grundleggjara av kirkjuni. Hann var okkara fyrsti pávi við kirkjusøgan vera við og hann var ikki útbúgvin teologur.
Vil eg havi ein bisp, sum verjir einans sínar prestar og sum ikki er við til at lata kirkjuna upp fyri tungu vanliga manna? Svarið er eitt rungandi nei.
Hvønn bisp vil eg so hava? Eg vil hava ein bisp, teolog ella ikki, sum kann lata kirkjuna upp, soleiðis at hon livur upp til breiða heitið ein fólkakirkja. Ein bisp, sum tilletir vanligu meinigheitini at koma til orðanna undir vanligari guðstænastu.
Eg vil hava ein bisp, sum er bispur teirra elendigu, teirra útstoyttu. Hann skal vera bispur teirra í øvunda, teimum íð horast, teimum sum snýta og bedraga, teimum samkyndu, teimum sum eru gift fleiri ferðir og ætla at giftast aftur. Hann skal verða bispur teirra sum fremja fosturtøku og eisini bispur teirra um fordøma tey sum fremja hesa..
Eg vil hava eina bisp, sum ikki kastar fyrsta steinin.
Hellurnar tann 6. september