Høvuðsavrikini í hesum valskeiði

Tá hetta býráðið tók við fyri sløkum fýra árum síðani, vóru vit við at vera komin burturúr eini djúpari búskaparkreppu.

Breið semja var tí millum býráðslimir um at halda fram við varliga fíggjarpolitikkinum, ið rikin var í valskeiðnum frammanundan, til tess at fáa skil á skuldarviðurskiftunum.

Hetta hevur eisini eydnast við m.a. at halda aftur við nýtslu og íløgum og ístaðin at gjalda skuldina niður.

Hesin málsetningur og tann batnaða búskaparliga gongdin hevur havt við sær, at langfreistaða lániskuldin hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn, sum var umleið hálvtsjeyndahundrað miljónir krónur í 1995, verður komin niður á 320 miljónir krónur við árslok í ár.

Bara seinastu fýra árini er skuldin minkað við sløkum 320 miljónum krónum.

Og hetta má sigast at hava verið avgjørt størsta avrikið hjá býráðnum í hesum valskeiði.

Komandi samanleggingin við Kollafjarðar kommunu vænti eg eisini fer at standa eftir sum ein av varðunum hjá hesum býráðnum. Samanleggingin ber m.a. í sær, at víddin av kommununi veksur úr 78 til 120 ferkilometrar.

Av øðrum, ið komið er á skaftið hesi fýra árini, kann nevnast (uttan at fara niður í smálutir):


? Tórshavnar havn er munandi útbygt: Nýtt 15.000 fermetra stórt bingjuøki er gjørt á eystaru bryggju. Nýggja 60 metra atløgubryggja er gjørd á Viðarnesi. Vestara bryggja er longd 30 metrar.

? Nýggj saltsilo er bygd við tilhoyrandi lossiskipan.

? Stórar ábøtur eru framdar á grótkastið og bátahylin á Argjum, har 35 nýggj bátapláss eru í umbúna.

? Nýggj bátahavn er gjørd í Kaldbaksbotni.

? 1. desember verður koyrandi eftir nýggja Marknagilsvegnum. Síðuvegir, niðankoyringar og hampan av lendinum framvið vegnum verður gjørt liðugt næsta ár.

? Rundkoyring er gjørd á vegamótinum R.C. Effersøesgøta/Eystari Ringvegur.

? Rundkoyring og aðrar ábøtur eru gjørdar trygdini at frama í R.C. Effersøesgøtu, framvið SMS.

? Argjavegurin er vorðin ferðslutryggari, eftir at húsini, ið stóðu út í vegin, eru tikin burtur.

? Gongubreytir eru og verða umvældar og nútíðargjørdar m.a. við fyriliti fyri brekaðum.

? Nýtt vatnreinsiverk er gjørt í Kaldbak, ið tryggjar kaldbaksfólki sóttreinsað vatn.

? Í Miðhoydølum kring Svartafoss eru gøtur og brýr gjørdar sum lið í økið er skipað sum fríøki.

? Gamli vatnbrunnurin í Djúpagili í Hoyvíkshaganum er umskipaður til fríøki.

? Sandagerð er skipað sum ein av bestu baðistrondum og hvalvágum í landinum.

? Kommunan hevur ognað sær urtagarðin hjá Zachariasi á Skipafelagnum undir Pisuvarða til tess at kunna varðveita hann sum grønan blett í miðbýnum.

? Fríðkað og víðkað er um Vaglið og økið uttanum.

? Altjóða leikvøllurin Tórsvøllur er vorðin veruleiki. Eftir er at snøgga um útsjóndina innan- og uttanfyri vøllin.

? Nýggjur graslíkisvøllur er gjørdur á Argjum og nýtt graslíki lagt á Ovara vøll í Gundadali.

? Fíggjarligur stuðul er játtaður yvir trý ár til rennibreyt.

? Golfvøllur er í umbúna í Hoyvíkshaganum, sum kommunan hevur játtað stuðul til.

? Ríðihøll verður bygd í Havnardali, sum kommunan hevur játtað stuðul til.

? Svimjihylurin á Argjum hevur fingið umfatandi umvælingar.

? Svimjihøllin hevur víðkað um upplatingartíðir og heilsutilboðini til tey vitjandi.

? Farið er undir fyrireikingarnar at byggja nýggja venjingarhøll í Hoyvík.

? Smbrt. samanleggingarsáttmálanum millum Havnina og Kollafjørð eru fyrireikingar farnar í gongd at útbyggja skúlan í Kollafirði og at byggja nýggja ítróttarhøll.

? Á nýggjárinum verður Bussleiðin víðkað til eisini at fevna um Kollafjørð og Hamarin á Argjum.

? Um ársskiftið síggja kollfirðingar eisini Rás Tórshavn.

? Borgararnir skulu ikki longur rinda fyri ruskposar.

? Húsarhaldsrusk, ið verður flýggjað inn til ruskstøðina, verður mótttkið ókeypis.

? Nýggjar sópingarmaskinur eru útvegaðar m.a. til at rudda kava av gongubreytum.

? Kloakkskipaninar í kommununi eru og verða um- og útbygdar.

? Ókeypis rottanga- og skorsteinsreinsking er sett í verk

? Brandstøðin er nútímansgjørd til eina vælvirkandi og vælútgjørda sløkkiliðs- og bjargingarstøð.

? Skúlarnir í kommununi hava fingið sømiligar fíggjarkarmar at virka undir og stór viðlíkahaldsarbeiði eru í gongd.

? Sum lið í ætlan at bøta um hølisviðurskiftini hjá skúlunum er sum fyrsta stig samtykt at útbyggja Hoyvíkar skúla við tveimum skúlastovum aftrat.

? Listaskúlin hjá Kvøld- og Ungdómsskúlanum hevur fingið egin høli í Kongagøtu.

? Mentanin hevur fingið betri sømdir

? Mentanarstuðulin til einstaklingar og feløg er munandi øktur eins og rakstrarstuðulin til mentanar- og listafeløg.

? Sjónleikarbólkurin Gríma fær nú eins og Havnar Sjónleikarfelag árligan rakstrarstuðul frá kommununi.

? Kommunan rekur nú burturav Margarinfabrikkina og ungdómsvirksemið har.

? Felagið Ellisakfør hevur fingið innivist í gamla vatnbrunninum Undir Gráasteini.

? Frítíðarskúlin er víðkaður til at fevna um 250 børn ímóti 120 frammanundan.

? Á dagstovnaøkinum eru áleið 350 nýggj pláss útvegað aftrat. Nýtt býlingshús er bygt Inni á Gøtu, býlingshúsini Millum Gilja, Vesturi á Flat, á Ternuryggi og Undir Fjalli eru útbygd, høli til nýggjar útibarnagarðar eru fingin til vega í SSB-húsinum, Fram-húsinum og skúlanum á Hvítanesi.

? Dagrøktarskipanin og tilboðini bæði til dagrøktarar og børn eru víðkað. Nýggjar spælistovur eru gjørdar á Argjum og Inni á Gøtu. Í Meinigheitshúsinum er spælistova latin upp til børn, ið verða ansað heima.

? Barnasálarfrøðingur er settur at vera sosialu deild og barnaverndarnevndini til hjálpar.

? 8. kommunulæknin er settur í hesum valskeiðnum og 9 læknin verður settur næsta ár.

? Tvey nýggj læknaviðtaluhøli eru bygd í Gundadali, og fyrsta dagin verður farið undir at byggja tvey aftrat sama stað.

? Dagtilhald fyri pensjonistar er latið upp í gamla Føroya Banka-bygninginum í Tórsgøtu. Eldrasambýli er bygt Oman Hoydal, stuðulin til døgurðaskipanina hjá Lágargarði er hækkaður, øki eru løgd av í Vallalíð og við Vegin Langa til ávikavist heim fyri senildement og nýtt eldrasambýli.

? Bæði á eldra- og mentanarøkinum eru álit við tilmælum gjørd sum hent arbeiðsamboð hjá býráðslimum og umsiting.

? Umsitingarligi bygnaðurin hjá kommununi eins og leiðsluviðurskiftini eru broytt.

? Nýggj kommunal avgreiðsla undir heitinum Snarskivan er latin upp í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum til tess at veita borgarunum betri og skjótari tænastu.

? Grunnur er stovnaður undir navninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn við tí endamáli at stuðla upp undir økt samstarv millum høvuðsstaðirnar í Útnorði og borgrar teirra á vinnu-, mentanar-, skúla- og ítróttarøkinum. Samstundis er Grunnurin Tórshavn-Nuuk tikin av.

? Samstarvsavtalur eru gjørdar við teir báðar týdningarmestu oljubýirnar á okkara breiddarstigum, Aberdeen og Stavanger, við denti á samstarvi á vinnu-, tøkni-, undirvísingar-, mentanar- og ítróttarøkinum.

? Samstarv er fingið í lag við hinar kommunurnar í ?Streymoyarøkinum? í sambandi við árliga íløguloftið, ið landið ásetur.


Leivur Hansen,

borgarstjóri