Hávaálopið í dag, sum kostaði eini týskari kvinnu lívið, er hitt triðja í hesi vikuni. Eisini fyri føroyingar er Sharm el-Sheikh í Egyptalandi eitt umtókt ferðamál. Ein týsk kvinna varð í dag álopin og dripin av einum hávi, tá hon svam í Reyða Havinum, út fyri Sharm el-Sheikh.
Hetta er triðja hávaálopið seinastu vikuna í økinum.
Týsdagin og mikudagin í hesi vikuni varð ein russiskur og ein ukrainskur svimjari álopin í sama øki.
Teir hava fingið fatur á tveimum hávum eftir tey fyrru álopini í vikuni.
Hvørt ár vitja millum 3 og 4 miljónir ferðafólk í Sharm el-Sheikh í Egyptalandi, og fleiri føroyingar hava eisini vitjað í økinum seinnu árini.