Fimm hávaálop seinastu dagarnar hava gjørt Sharm-el-Sheik frítíðarparadísið í Egyptalandi til eitt ivasamt frítíðarmál. Hávur gjørdi av við 70 ára gamla týska kvinnu Bæði enskir og danskir fjølmiðlar eru á gosi um eitt hávaálop í egyptiska frítíðarparadísinum, Sharm-el-Sheik.
Ein 70 ára gomul týsk kvinna varð álopin av einum hávi, sum gjørdi enda á henni. Eisini danir hava upplivað hávaálop í egyptiska frítíðarstaðnum seinastu dagarnar.
Ein kavaramaður, sum í 18 ár hevur arbeitt við kavarafrítíðum í Sharm-el-Sheik sigur við TV2, at hann ongantíð hevur upplivað nakað líknandi.
Eisini hevur TV2 tosað við danskar kavarar, sum hava verið í Egyptalandi á kavara uppihaldi, sum somuleiðis vórðu álopnir av hávum.
Serfrøðingar siga, at tað er púra óvanligt, at hávar leggja eftir fólki, men at skip høvdu ført djór ? serliga seyð og geitir ? til økið nærhendis Sharm-el-Sheik, og at djór, sum vóru deyð undir ferðini, vórðu tveitt í havið áðrenn skipið legðí at kei. Og tað kann vera orsøkin til, at hávarnir hava lagt eftir fólki.