Talan var um sera avgerandi dyst, tá H71 í dag tók móti Kyndli í bestu mansdeildini í hondbólti.
Hoyvíkingar hava leingi verið í hølunum á Kyndli í stríðnum um at røkka einum sessi í FM-finaluni, og skuldi hesin møguleikin framvegis standa opin, so var alneyðugt við sigri í dag.
Og hetta eydnaðist hjá hoyvíkingum, tá teir í dag vunnu rættiliga sannførandi.
Munurin var sjáldan tann heilt stóri, men eftir at vertirnir seinastu løtuna undan steðginum togaðu avstað, mengaði Kyndil ongan tíð av álvara at svara aftur. Trý og fýra mál vóru støðugt á muni, og so kundu fjeppararnir hjá heimaliðnum fegnast, tá stigini vórðu veruleiki.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Besti málskjútti hjá H71 var Mark L. Marcher, sum skeyt 7 mál. David Edvardsen skeyt 6 av málunum hjá Kyndli.
Á Skála vann StÍF sannførandi sigur á Team Klaksvík.
Úrslitini í dag:
H71-Kyndil 22-18 (11-8)
StÍf-Team Klaksvík 31-24
Støðan í Atlantic Airways-deildini
VÍF 24 stig (15 dystir)
Kyndil 21 (16)
H71 19 (15)
KÍF 15 (15)
Neistin 14 (16)
StÍF 9 (16)
Team Klaksvík 6 (15)