Undan dystinum í kvøld var H71 fremst í FTZ-deildini við fullum stigatali, 16 stigum eftir 8 dystir. Hinvegin hevur tað gingið illa í hond hjá Neistanum í ár, sum undan dystinum hevði fýra stig fyri sjey dystir. Eftir dystin á Hálsi í kvøld hevur Neistin framvegis fýra stig, men nú hevur bláa havnaliðið spælt átta dystir. Eisini var hetta fjórða tap hjá Neistanum á rað, meðan H71 nú hevur vunnið heili níggju dystir á rað.
Tað var nærum ongantíð nakar ivi um, hvat lið fór avstað við sigrinum. Í hálvleikssteðginum vóru hoyvíkingar á odda 6-12, og í seinna hálvleiki gjørdist munurin enn størri, tí at endaliga úrslitið gjørdist heili 16-26 til H71.
Hjá H71 var merkisvert, at fleiri av teimum, ið vanligu plaga at spæla mest, sótu á bonkinum. Millum annað spældi Peter Krogh bara lítla løtu í fyrra hálvleiki, og eisini sat Jónas Djurhuus, sum hevur verið ein sannur málslúkur fyri H71 í ár, ein stóran part av dystinum á bonkinum. Hetta forðaði tó ikki Jónasi at blíva toppskjútti hjá H71, tí at hann skoraði seks mál.
Neistin manglaði Tommy Fletcher, sum í løtuni er í landsliðsørindum við Australia. Hetta sást aftur í álopsspælinum hjá Neistanum, ið hevði trupult við at koma til góðar málmøguleikar.
Málskjúttarnir úr dystinum vóru hesir:
Neistin: Herbjørn Lava 4, Torkil Hentze 3, Rói Berg Hansen 3, John í Innistovu 1, Jón Ludvig 1, Andras Joensen 1, Hjalti í Jákupsstovu 1, Terji Mørk 1 og Teis Horn Rasmussen 1.
H71: Jónas Djurhuus 6, Rúni V. Højgaard 4, Pætur Thomsen 3, Mark Lausen-Marcher 2, Djóni V. Højgaard 2, Oddur Bech 2, Sigmundur Nolsø 2, Helgi Hoydal 2, Peter Krogh 2 og Andor Sivertsen 1.