H71 eltir møguleikan

Hoyvíkingar spæla framvegis fyri sínum kjansi at røkka FM-finaluni

 

 

H71 er tvey stig aftan fyri Kyndil, sum fyri tað nógva hevur sitið á plássinum, sum gevur rætt at fylgja VÍF í FM-finaluna í manshondbólti.

 

Í kvøld hevði H71 vitjan av Neistanum, og tá teir longu undan dystinum vistu, at Kyndil hevði vunnið sín dyst, vóru treytirnar hjá hoyvíkingum púrasta greiðar.

 

Tað eydnaðist eisini at vinna dystin. Neistin var væl við allan fyrra hálvleik, men tá seinni hálvleikur byrjaði, bar als einki til hjá teimum bláu. H71 vann sær eina átta mála leiðslu, og hóast Neistin nakað seinni fekk betur skil á spælið, so kom sigurin hjá heimaliðnum ongan tíð í vanda eftir hetta.

 

Bestu málskjúttar hjá H71 í kvøld vóru Mark Marcher og Hallur Biskopstø, sum skutu átta mál hvør. Aleks Buha skeyt somuleiðis átta mál fyri Neistan.

 

H71-Neistin 33-25 (13-12)

 

Støðan

VÍF 22 stig (14 dystir)

Kyndil 19 (14)

H71 17 (13)

KÍF 13 (13)

Neistin 12 (14)

StÍF 7 (14)

Team Klaksvík 6 (14)