H71 er best mannað í ungdómsfinalunum

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar. Øll finaluliðini hjá barna- og ungdómsliðunum eru nú funnin, og klokkutíð er ásett til tær ymsu finalurnar. 

H71 er best mannað við níggju liðum, Neistin hevur fýra, VÍF trý og Kyndil og StÍF tvey hava hvør síni tvey lið. Hjá teimum vaksnu eru tað H71, Neistin, Kyndil og VÍF, sum kappast um plássini.

Dystarskrá:

Leygardagur 15. februar

Kl. 13.30 Kvinnur

Kl. 16.00 Menn

Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71

Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b 

Sunnudagur 16. februar

Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF

Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b

Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF

Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin

Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF

Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin

Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin

Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF