H71 favorittur men sera opið í kvinnufinaluni

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr metingarnar hjá hondbóltsviðmerkjaranum, Teiti Joensen um steypafinalurnar, sum verða spældar í morgin.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var beinleiðis á Rás2 seinnapartin við hondbóltsviðmerkjaran, Teitur Joensen um steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini, sum verða spældar í morgin í høllini á Hálsi í Havn.

 

Teitur Joensen hevur H71 sum favoritt hjá monnum at vinna á StÍF. Í kvinnufinaluni dugir Teitur Joensen ikki at taka dagar millum Neistan og Kyndil. Har væntar hann ein sera javnan og málfátækan dyst.

 

Tróndur Arge sigur frá kvinnufinaluni ímillum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Hilmar Jan Hansen sigur frá mansfinaluni millum H71 og StÍF, sum byrjar klokkan 16. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.