H71 fingið styrk úr Danmark

Tveir danir skulu vera við til at lyfta arvin eftir Bogdan Florea.

Í nøkur ár hevur rumenski Bogdan Florea verið ein av eyðsæddu lyklaleikarunum hjá H71, har hann eisini hevur verið við til at vunnið FM-heitið við felagnum, men soleiðis verður ikki í ár. Hann fer nevniliga at spæla við Team Klaksvík.


Nú eru møguligu avloysararnir funnir. Felagið boðaði herfyri frá, at vinstrahenti danin Jesper Pedersen og bakspælarin Mark Laursen-Marcher vera við í hópinum í ár.


Umframt at spæla sjálvur, so skal Mark Laursen-Marcher eisini vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Hann hevur áður spælt við Viborg HK, har hann eisini hevur verið ungdómsvenjari.


Tóraldur Kollsker, málverji, er farin til Danmarkar í lestrarørindum og verður ikki við í ár, men hinvegin er Helgi H. Hoydal, sum er strikuspælari, komin heimaftur til felagið.