Dreingir 16 hjá H71 sóu í kvøld til, at hondbóltsfelagið í Hoyvík vann allar seks ungdómssteypafinalurnar, sum H71 var partur av í høllini á Hálsi í dag. Seinasta finalan í kvøld millum H71 og Neistan endaði við stórsigri til hoyvíkingar.
Umframt teir seks steypafinalusigrarnar í dag, vann H71 eisini steypafinalurnar hjá bæði gentum 18 og dreingjum 18 í gjárkvøldið.
Tað var annars Neistin, ið kom best frá byrjan í finaluni hjá dreingjum 16. H71 fekk ikki fyrsta málið, fyrr enn seks minuttir vóru farnir av dystinum. Men so kom gongd á hjá hoyvíkingum, sum vóru frammanfyri við fýra málum í hálvleikinum. Støðan var 10-6.
Hoyvíkingar vóru greitt oman á í seinna hálvleiki, og tá dómarin bríkslaði dystin av, hevði H71 vunnið trivaligan 28-15 sigur.
Dagsins leikari var Elias á Skipagøtu, sum gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkingum við 8 málum.
Málskjúttar hjá H71:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Sveinur Olafsson 3, Hákun Vest á Teigum 3, Janus D. Djurhuus 3, Silas Wang 3, Pauli Mittún 2, Baldur Gillason 2, Sakaris Sakarisson 2, Andras Klein 1, Bogi Hansen 1.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Dánjal Ragnarsson 7, Jónas Rasmussen 4, Bjarti V. Mørk 2, Bárður Lorensen 1, Sveinur L. Olsen 1.
Steypafinalur í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti 2018:
Dreingir 16 ár:
Úrslit: 28-15 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Elias Ellefsen á Skipagøtu
Gentur 16 ár:
Úrslit: 16-15 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Rúna Larsen úr Neistanum
Dreingir 14 ár:
Úrslit: 26-14 til H71 móti Kyndli/ÍA
Dagsins leikari: Brian Slyne úr H71
Gentur 14 ár:
Úrslit: 19-8 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Elsa Egholm úr H71
Dreingir 12 ár:
Úrslit: 17-12 til H71 móti VÍF
Dagsins leikari: Óli Mittún úr H71
Gentur 12 ár:
Úrslit: 18-14 til H71 móti STÍF
Dagsins leikari: Jóhanna Sørensen úr H71
Dreingir 10 ár:
Úrslit: 11-9 til Neistan móti VÍF
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun úr Neistanum
Gentur 10 ár:
Úrslit: 13-12 til VÍF móti Kyndli
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF