H71 hevur framvegis møguleikan

Um tær í Hoyvík skulu røkka víðari í EHF kappingini, so skulu tær sunnukvøldið vinna við fleiri enn tveimum málum ímóti kekkiska mótstøðuliðnum

Tann fyrri av tveimum dystum hjá H71 kvinnunum í 3. umfari í EHF kappingini var í kvøld í høllini á Hálsi í Havn.

 

Mótstøðuliðið var DHC Slavia Praha úr Kekkia, og gestirnir vunnu 29 – 27, eftir at tær í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 18 – 16. Tað vil siga, at seinni hálvleikur endaði javnur – 11 – 11.

 

Tá ið eitt korter var farið, var støðan 8 – 8.

 

Beinanvegin eftir steðgin økti kekkiska liðið um leiðsluna frá 18 – 16 og til 20 – 16- Men H71 kvinnurnar vildu ikki sleppa. Tær reistu seg og svaraðu so væl aftur, at tær,  tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, javnaðu til 23 – 23 og so var 24 – 24, áðrenn gestirnir fimm minuttir undan leikloki vóru frammanfyri 28 – 24, og so endaði tað 29 - 27.

 

Toppskjútti hjá H71 var Jana Mittún, sum skoraði seks mál, og næst henni á mállistanum var Guðrið á Borg, sum skoraði fýra mál.

 

Alda av Skarði bjargaði níggju ferðir, og bjargingarprosentið hjá henni var 40,91. Rúna Larsen bjargaði tvær ferðir, og prosentið hjá henni var 11,11.

 

Seinni dysturin millum H71 og DHC Slavia Praha verður í høllini á Hálsi sunnukvøldið klokkan 19.

 

.

 

H71 – DHC Slavia Praha 27 – 29 (16 – 18)

 

EHF EC Kvinnur

 

3. umfar

 

Í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 3. september 2022kl. 19.00

 

H71: Jana Mittún (6), Guðrið á Borg (4), Marita Mortensen (3),Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (3), Elsa Egholm (2), Vár Bentsdóttir (2), Maria Halsdóttir Weyhe (2), Lukka Arge (2), Brynhild Pálsdóttir (1), Christina Arge (1), Lív Bentsdóttir (1), Bjørk Brimnes, Inga Maria Joensen, Sára Jacobsen

 

Málverjar: Alda av Skarði 9/22 40,91% og Rúna Larsen 2/18 11,11%

 

Á beinkinum Jon Arne Kamsvåg, Alexander Lein Martinsen, Sebastian Christensen