Fyri einari viku síðani visti in.fo at siga, at tað væntandi bleiv danski Sonni Larsen, ið skuldi taka yvir eftir Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen, ið løgdu frá sær eftir farna kappingarár.
Les eisini: Dani favorittur til venjarastarvið í H71
Og í dag hevur H71 váttað á Facebook, at nýggi venjarin hjá felagnum eitur Sonni Larsen. Sonni Larsen er 29 ára gamal, og hevur hann hópin av venjaraútbúgvingum. Seinastu árini hevur danski venjarin verið ungdómsvenjari hjá danska FIF.
Herfyri var Sonni Larsen og vitjaði í Føroyum og hevði nakrar venjingar við besta liðnum hjá H71. Nevnd, venjarar og leikarar fullu væl í hond, og tískil hava partarnir undirskrivað sáttmála. Sonni Larsen byrjar í starvinum sum venjari 1. august.
Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum skal Sonni Larsen eisini vara av næstbesta liðnum, ið spælir í 1. deild. Eisini skal danin vera knýttur at besta kvinnuliðnum hjá felagnum, umframt at hann fer at hava ávirkan á ungdómsvenjingina í felagnum.