H71 í málhýri ímóti VB

H71 skoraði 42 ferðir ímóti VB í dag

H71 - VB 42-23 (20-12)

H71 var stórfavorittur ímóti VB í dag.

Sí eisini

H71 uttan Anniku tekur ímóti VB í dag

Og tað var eingin ivi um at favorittarnir fóru at vinna tá ið H71 kom á odda 6-1 tíðliga í dystinum.

H71 tøktíst at spæla við berandi leikarunum, og munurin vaks upp royndí 11 mál tá ið H71 fór at skifta nakað út. Tá fekk VB minkað eitt vet um munin og hálvleiksstøðan gjørdist 20-12 til H71.

Í seinna hálvleiki var støðan hin sama. H71 hevði ikki hug at sleppa spitaranum, og gjørdu skjótt av í álopinum. Tað tóktist sum H71 setti sær fyri at røkka 40 málum, og hoyvíkskvinnur stórfegnaðust eisini tá hetta eydnaðist ímóti endanum av dystinum, meðan VB royndi at halda høvur høgt, og fegnast um síni mál.

Endin var, at H71 vann við úrslitinum 42-23, og setti nýtt málmet fyri hetta kappingarárið.

VB – H71 42-23
SMS-deildin: 01/12/2019
Málskjúttar hjá H71
Marita Mortensen10
Sofie Søberg Larsen8
Durita Toftum Joensen6
Maria Halsdóttir Weyhe5
Elisabeth Holm Simonsen4
Karin Holm Simonsen3
Karina Eysturtún Rubeksen2
Eva Barba Arge2
Sunniva Bogadóttir1
Lív Bentsdóttir Zachariasen1
Málskjúttar hjá VB
Bára K. Mortensen9
Durita K. Hjelm4
Dajana Komenda3
Vár Brattalíð3
Sofía A. Schrøter2
Rebekka Godtfred2