H71 og Kyndil lagt væl frá landi

Bólkur 2: Báðir favorittarnir greiddu sína uppgávu í steypakappingini

H71 og Kyndil vunnu í kvøld sínar dystir í bólki 2 í steypakappingini hjá monnum. H71 vann 31-21 á StÍF, meðan Kyndil vann 24-21 í Klaksvík móti Team Klaksvík.

 

Les eisini: Bólkur 1

 

Um hugt verður eftir stigatalvuni, so eru Kyndil og H71 favorittar at koma úr bólki 2. Í so máta, so vunnu favorittarnir í fyrsta umfari í bólkaspælinum.

 

H71 hevði vitjan av StÍF. Hoyvíkingar vunnu við tíggju málum. Toppskjútti hjá heimaliðnum var Mark Lausen-Marcher við tíggju málum. Honum á baki kom Hallur á Biskopstø við átta. Allan Norðberg var toppskjútti fyri strandingar við fimm málum.

 

Í Klaksvík vann Kyndil við trimum málum á Team Klaksvík. Kyndil hevði munin tað mesta av dystinum og endaði við at vinna 24-21.

 

Bólkur 2: Kyndil, H71, StÍF og Team Klaksvík

 

1. umfar

14.01.2015 kl. 20.00 Team Klaksvík – Kyndil 21-24

14.01.2015 kl. 20.00 H71 – StÍF 31-21

 

2. umfar

18.01.2015 kl 16.00 Kyndil – StÍF

18.01.2015 kl. 16.00 H71 – Team Klaksvík

 

3. umfar

21.01.2015 kl. 20.00 Kyndil – H71

21.01.2015 kl. 20.00 StÍF – Team Klaksvík

 

Støðan:

1. H71 2

2. Kyndil 2

3. Team Klaksvík 0

4. StÍF 0