Mansliðið hjá VÍF hevði tørv á einari góðari byrjan, tá ið teir á heimavølli ímóti H71 í dag skuldu royna at vinna inn aftur 29-26-tapið frá fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi-steypakappingini.
Talan gjørdist um eina marrubyrjan hjá VÍF, sum hevði ógvuliga striltið við at fáa mál. Verjan hjá hoyvíkingum stóð væl, og tað gjørdi innskifti veteranmálverjin, Jens á Skipagøtu, sanniliga eisini.
Betur lá fyri at fáa mál hjá H71, sum var á odda 4-1 og 10-3 í hesum fyrra hálvleikinum, sum teir at enda vóru á odda 12-6 í. Ein samaløgd níggju máls leiðsla hjá H71.
Seinni hálvleikur bar brá av, at uppgávan hjá VÍF nú var nærum ómøgulig, og H71 helt fast um leiðsluna. H71 vann at enda 25-19, tilsamans 54-45.
Toppskjútti hjá H71 var Peter Krogh við fimm málum, meðan Filip Jojic var besti málskjútti hjá heimaliðnum við seks málum.
Í kvøld verður greitt hvørjum liði H71 skal møta í steypafinaluni. Tá verður nevniliga seinna hálvfinalan ímillum Neistan og StÍF í høllini á Skála. Neistin vann fyrra dystin 28-24.