H71-VÍF 27-27: Dystarendin og samanumtøka

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá spennandi dystarendanum H71-VÍF 27-27 (12-16), og hoyr Teit Joensen taka samanum dystin

Sera spennandi oddadysturin í SMS-deildini millum H71 og VÍF endaði við javnleiki 27-27. Úrslitið merkir, at VÍF er framvegis oddalið í SMS-deildini, eitt stig frammanfyri blaðunga og evnaríka liðið úr Hoyvík. VÍF var greitt á odda 16-12 í steðginum, men ungu hoyvíkskvinnurnar stríddu seg innaftur í dystin, og tað var um reppið, at tær fóru við øllum, men Durita C. Jojic javnaði til 27-27 tá bert fá sekund vóru eftir.

 

H71-VÍF 27-27 (12-16)

H71: Eva Barba Arge 9, Marita Mortensen 8, Maria H. Weyhe 6, Durita Toftum Joensen 1, Karin Holm Simonsen 1, Katrin Højsted 1 og Tórhalla Thorsteinsdóttir 1

VÍF: Durita C. Jojic 9, Agnas Olsen 7, Liljan Djurhuus 4, Lív Ingdorsdóttir 2, Brynja Rógvadóttir 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Daniella Joensen 1

 

VÍF hevur 14 stig, H71 hevur 13 stig, Neistin hevur 11 stig, Kyndil hevur átta stig, Stjørnan hevur fimm stig og StÍF er aftast við einum stigi. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá spennandi dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari.


2) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin

 

Teitur Joensen heldur, at talan var um sera góðan og jaligan dyst, ið hann var glaður at verða eygnavitni til. Hann staðfestir, at framtíðin hjá H71 er sera bjørt, men verður talan um eina FM-finalu millum júst hesi bæði liðini, so væntar hann, at rutinan hjá VÍF-kvinnunum verður avgerandi. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Duritu C. Jojic, ið skoraði níggju mál fyri VÍF.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Duritu Toftum Joensen hjá H71.