Tað man verða sjáldan, at tað ikki er nóg mikið til at vinna ein dyst, tá ið eitt lið hevur skorað 37 mál. 3. deildarliðið hjá KÍF skoraði heili 37 mál móti H71 leygardagin, men hóast nógvu málini, so noyddust kollfirðingar at leggja rygg til eitt stórtap, tí mótstøðumenninir úr Hoyvík skoraðu 72 ferðir. Tilsamans vóru tað tískil skorað heili 109 mál í dystinum, og tað er óivað met fyri flest mál í einum dysti í vaksnamannadeildunum í føroyskari hondbóltssøgu.
Jákup fekk 28 mál
Óivað er tað eisini met, at eitt lið skorar 72 ferðir í einum dysti. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá fólki, ið hava gott innlit í føroyska hondbóltssøgu, og eingin teirra minnist nakað til slíkt málgildi áður.
Føroyski landsliðsleikarin í fótbólti, Jákup á Borg, royndi seg í fjør á besta liðnum hjá hoyvíkingum ein stóran part av kappingarárinum, men í ár hevur hann valt at taka sær av løttum á triðbesta liðnum, sum eisini verður nevnt "fótbóltsliðið", tí fleiri aðrir fótbóltsspælarar teljast millum leikararnar hjá 3. deildarliðnum hjá H71. Í dystinum móti KÍF leygarkvøldið slapp Jákup av álvara at "folda seg út", og hann skeyt heili 28 mál. So vítt sum vit hava frætt, er hetta eisini met fyri flest skorað mál av einum leikara í einum dysti í vaksnamannadeildunum.
Skomm ella bragd?
Fleiri vilja verða við, at tað er stór skomm, at tað skal verða so stórur munur á tveimum liðum í vaksnamannadeildunum í hondbólti, men spurningurin er, hvat kann gerast við tað. Hondbóltslógirnar loyva ikki, at dómararnir kunnu blása dystin av, tí at talan gerst um so stóran mun, at tað er ósportligt. Tað kann man annars gera í øðrum ítróttargreinum.
Sjálvsagt er tað væl klárað av H71 at fáa so nógv mál, men kollfirðingar fingu eisini nógv mál. Sum skilst valdu hoyvíkingar at eitt skifti bert at hava tríggjar mans í verjuni, meðan hinir tríggir útileikararnir stóðu frammi á miðjum vølli og bíðaðu eftir, at KÍF antin skoraði ella misti bóltin. So kundu liðfelagar teirra gera skjótt av og senda bóltin fram til offensivu menninar, sum síðani høvdu lætt við at renna einsamallir móti neyðars málverjanum hjá KÍF.
Um H71 hevði spælt við øllum seks monnunum í verjuni, so hevði KÍF neyvan fingið eins nógv mál, men tað høvdu hoyvíkingar allarhelst heldur ikki, og so fingu vit onki met. Undir øllum umstøðum so kann staðfestast, at slík úrslit ikki eru góð reklama fyri hondbóltin, og at HSF eigur at umhugsa, hvussu man kann fyribyrgja, at so stórur munur