Hoyvíkskvinnur eru trygt víðari í Europa Cup kappingini.
Í dag vann H71 ein sannførandi 29-20 sigur á eysturríkska liðnum, SC Ferlach. Liðini fylgdust til støðuna 6-6, men so dróg H71 veruliga frá heimaliðnum, og í steðginum var H71 á odda 15-9.
H71 vann ígjár 30-23 (16-12) á SC Ferlach. Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 59-43 sigur til H71.
SC Ferlach-H71 20-29 (9-15)
SC Ferlach: Dorotea Pravandar 10, Anna Maria Kavalar 3,
H71: Lukka Arge 8, Jana Mittún 5, Anna Elisabeth H. Weyhe 4, Guðrið á Borg 4, Marita Mortensen 2, Vár Bentsdóttir 1, Lív Bentsdóttir 1, Brynhild Pállsdóttir 1, Christina Arge 1, Sára Jacobsen 1, Inga Maria Joensen 1.
Rúna Larsen í H71-málinum bjargaði 14 av 30 málroyndum.