Tveir dystir eru spældir í bestu deildini hjá monnum, FTZ-deildin. Stóri dysturin var í Hoyvíkshøllini, har talan var um grannauppgerð ímillum H71 og Kyndil, meðan hin dysturin varð spældur í Klaksvík, har botnliðið í deildini, Team Klaksvík, tók ímóti StÍF.
Lagt var upp til spennandi dyst í Hoyvíkshøllini, tá ið oddaliðið í deildini, H71, tók ímóti Kyndil, sum er triðfremst. Og spennandi bleiv dysturin. Tó ikki í fyrra hálvleiki, tá ið H71 hevði yvirtakið og fór til hálvleiks við einari fýramálsleiðslu - 15-11.
Í seinna hálvleiki komu kyndilsmenn tó sterkt afturíaftur. Tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki megnaðu teir at javna til 17-17, og so var dysturin víðopin. Ein útisigur tyktist ikki so ósannlíkur, tá ið Kyndil við átta minuttum eftir legði seg á odda 22-20. Áðrenn seinasta minuttin varð tó aftur javnt, tá ið støðan bleiv 23-23.
At enda varð tað tó H71, ið stóð eftir sum vinnari. Í seinasta minuttinum skoraði Dánjal Tórgarð seinasta málið í dystinum, og harvið vann H71 24-23.
Í Klaksvík vóru tað tey bæði aftastu liðini í deildini, sum hittust til dyst. Team Klaksvík hevur bert fingið eitt stig í hesum kappingarárinum, og hetta stigið varð vunnið júst í dysti ímóti StÍF. Í dag vann Team Klaksvík tó onki stig frá StÍF. Dysturin endaði 34-26 til StÍF eftir hálvleiksstøðuna 16-12 til strandingar.
Niðanfyri sæst stigatalvan í FTZ-deildini og dagsins málskjúttar. Klombran aftanfyri stigini vísir, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.
1. H71 19 stig (12)
2. VÍF 15 stig (11)
3. Kyndil 15 stig (13)
4. KÍF 12 stig (10)
5. Neistin 10 stig (13)
6. StÍF 10 stig (11)
7. Team Klaksvík 1 stig (12)
H71-Kyndil 24-23 (15-11)
H71: Hilmar Leon Jacobsen 5, Dánjal Tórgarð 5, Pætur Thomsen 3, Mark Marcher 3, Rúni Vest Højgaard 3, Bogi Gaard Davidsen 2, Helgi Hoydal 1, Vilhelm Poulsen 1 og Ári Dam 1.
Kyndil: Hørður Fannar Sigtórsson 7, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Høgni Klein Olsen 4, Josef Abrahamsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, David Edvardsen 2, Hans Áki Dal Christiansen 1 og Bartal Klein Olsen 1.
Team Klaksvík-StÍF 26-34 (12-16)
Team Klaksvík: Finnur Hansson 5, Henrik Justesen 5, Jacob Knudsen 4, Hanus Norðberg 4, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Hans Arne Thomsen 1 og Beinir Johannesen 1.
StÍF: Sveinur Justinussen 12, Pætur Johansen 8, Teitur Nilssen 5, Allan Norðberg 4, Borgar Persson 3 og Fríði Djurhuus 2.