H71 greiddi sína skyldu í kvøld, tá teir fingu vitjan av botnproppinum, Team Klaksvík. Hoyvíkingar vunnu dystin 34-15.
Team Klaksvík hevur havt tað óalmindiliga torfør í ár og taptið fríggjakvøldið ikki minni enn 42-7 fyri KÍF. So gali gekk ikki í dag móti H71, sum um vikuskiftið vann ein góðan 30-26 sigur á VÍF í Vestmanna.
Tað gjørdist eisini skjótt greitt, at H71 var betra liðið í Hoyvíkshøllini. Í hálvleikinum var H71 á odda 15-9. Í seinna hálvleiki setti H71 meiri ferð á og Team Klaksvík megnaði ikki at fygja við.
Endaliga úrslitið gjørdist 34-15 til H71, sum nú hevur seks stig fyri seks dystir.
Í morgin verða tveir dystir í Atlantic Airways deildini. StÍF fær vitjan av Neistanum, meðan Kyndil fær vitjan av VÍF.
Atlantic Airways deildin:
H71 - Team Klaksvík 34-15
7/11:
StÍF Neistin Kl: 19.30
Kyndil VÍF Kl: 20.00