Í morgun tíðliga fór bussur við umleið 50 leikarum frá H71 í Hoyvík, sum eru farin til hondbóltskapping í Lund í Svøríki. Kappingin er millum jólanna, og leikararnir koma aftur til Føroya leygardagin.
Kappingin, sum H71 á fyrsta sinni luttekur í, nevnist »Lundaspelen 2017«, sum í ár verður hildin fyri 40. ferð. Liðini frá H71, sum eru við í kappingini, eru gentur 14 og 16 og dreingir 14 og 16.
Fyrireikararnir í Svøríki siga, at talan er um heimsins størstu innandura hondbóltskapping fyri ung.
– Ein av vakrastu siðvenjunum hjá Lund er at taka ímóti ungum hondbóltsleikarum síðstu dagarnar í árinum. Síðani 1978 eru yvir 100.000 luttakarar frá hondbóltsfeløgum kring allan heimin komin til Lund at spæla hondbólt ársins seinastu dagar, skriva fyrireikararnir í heimasíðuni hjá Lundseplen 2017, har fylgjast kann við kappingini.