Lagt er upp til tað heilt stóra 90ara kvøldið í Luux í kvøld, tá ið navnframa 90ara stjørnan, Haddaway, leggur leiðina framvið.
Haddaway hevur áður verið á vitjan í Føroyum, og tá hevur altíð verið útselt til konsertirnar.
Tað var serliga í 1993, at Haddaway gjørdi vart við seg, tá ið hann hevði risa hittið "What is love"
Við tí lagnum lá Haddaway ovast á hittlistunum í eitt nú Hollandi, Noreg, Írlandi, Eysturríki, Spania, Sveits, Meksiko, Finnlandi, Belgi, Italia, Letlandi, Ísrael, Danmark, Svøríki, Fraklandi, Stóra Bretlandi, Týsklandi, USA og Australia.