B36 tapti í gjárkvøldið fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum. Áðrenn dystin í gjár var steypadysturin móti HB tann einasti dysturin, B36 hevði tapt í 2014.
Hóast vónirnar vóru góðar undan dystinum móti norður írska Linfield FC, tapti B36 dystin 2-1.
Tí bíðar tað B36 ein torfør uppgáva í Belfast týskvøldið í komandi viku. Ómøgulig er hon tó ikki.
Hans Erik Danielsen frá FSF eigur upptøkurnar.