Hægri skattur til land og kommunur

Inntøkurnar eru væl hægri í ár enn í fjør

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Taks.

 

Uppgerðin vísir, at higartil í ár hevur landskassin fingið slakar 533,9 milliónir krónur inn í skatti, og tað er eitt sindur meira, ella 5,05 prosent, meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, tá ið landskassin fekk 508,2 milliónir inn í skatti.

 

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið slakar 600,9 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 4,03 % meira enn sama tíðarskeið í fjør tá ið inntøkan av kommunuskatti var 577,6 milliónir krónur.

 

Flestu kommunurnar hava havt framgongd higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna og Tvøroyrar kommuna størstu framgongdina, men eisini Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava eina framgongd, sum tó ikki er líka stór.

 

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2014 eru góðar 105 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og góðar 17 milliónir í kirkjuskatti.

Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 11 milliónir krónur meira.

Tilsamans hevur inntøkan av eftirlønarskatti verið 105,2 milliónir aftur ímóti 93,7 milliónir krónur.