Hægstarættardómari: Forsetin er nú kongur yvir lógini

Liberalur hægstarættardómari finst harðliga at avgerðina um órinið hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump.

Sonia Sotomayor er ein av trimum liberalum hægstarættardómarum, sum vóru ímóti avgerðini. Hinir seks konservativu dómararnir vóru fyri. (Savnsmynd). - Mynd: Mark Schiefelbein/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin er nú í roynd og veru kongur yvir lógini.

Tað sigur amerikanski hægstarættardómarin, Sonia Sotomayor, eftir avgerðina hjá dómstólinum mánadagin um órinið hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.

- At geva serdeildum boð um at myrða ein politiskan kappingarneyta? Órinin. Seta í verk hernaðarligt kollvelting fyri at halda fast um valdið? Órinin. Taka ímóti mutri í staðin fyri náði? Órinin. Órinin, órinin, órinin.

Við avgerðini dømdi hægstirættur, at Trump hevur eitt ávíst órin fyri atgerðum í forsetatíðini.

Rætturin fann útav, at fyrrverandi forsetar hava órin fyri embætisligum gerðum, men ikki fyri gerðum, sum teir framdu sum privatpersónar.

Sotomayor er ein av trimum liberalum hægstarættardómarum, sum vóru ímóti avgerðini. Hinir seks konservativu dómararnir vóru fyri.

70 ára gamli hægstarættardómarin heldur, at avgerðin í roynd og veru skapar eitt revsileyst øki kring forsetan.

– Í einari og hvørjari nýtslu av embætisvaldi er forsetin nú ein kongur, sum er yvir lógini, sigur Sotomayer.

 

Avgerðin hjá hægstarætti var tikin við støði í einum máli, har Trump er ákærdur fyri at royna at broyta úrslitið av forsetavalinum í 2020.

 

Málið skuldi upprunaliga verið byrjað í einum dómstóli í samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C. 4. mars. Tað varð útsett vegna spurningin um órinið hjá Trump.

 

Í løtuni er eingin nýggjur byrjanardagur ásettur. Erica Hashimoto, løgfrøðingur á Georgetown University, metir, at tað er null møguleiki fyri, at málið verður tikið upp áðrenn forsetavalið 5. november.

 

/ritzau/Reuters

 

Sonia Sotomayor er ein av trimum liberalum hægstarættardómarum, sum vóru ímóti avgerðini. Hinir seks konservativu dómararnir vóru fyri. (Savnsmynd). - Mynd: Mark Schiefelbein/Ritzau Scanpix