Komandi leygardag skipar Reyði Krossur í Føroyum fyri innsavnan á Torginum í SMS. Tiltakið byrjar við plátumarknaði, sum letur upp klokkan 10. Talan er um loppumarknað við vinyl-plátum, og lítil ivi er um, at nógv nostalgi kann finnast sum bæði LP og EP. Og sjálvandi eru fólk vælkomin at siga Reyða Krossi frá, um tey eiga onkrar gamlar plátur heima, sum tey fegin vilja sleppa av við.
Klokkan 13 verður uppboðssøla av málningum. Frá Reyða Krossi verður sagt, at tey longu hava málningar frá eitt nú Volker Emanuel Behrens og Jóannes S. Hansen, men at listafólk eru vælkomin at lata málningar til uppboðssøluna.
Umframt tær báðar sølurnar, verður eisini tónleikur á skránni, og verður hetta við bólkinum, Teir 4.