Á hátíðarløtu í Marknagili seinnapartin í dag setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, ikki spakan - men hakan - í til hesa stóru verkætlan.
Í røðu síni segði landsstýrismaðurin, at hann sjálvur hevur verið við til at evna hakan, og honum til hjápar hava næmingar á Tekniska skúla verið.
Tað var stjórin í Landsverki, Evald Kjølbro, sum legði fyri, eftir at kór hevði sungið nakrar vakrar og vælljómandi sangir undir kønari leiðslu.
Evald segði, at hetta er ein stórur dagur, sum nógv hava sæð fram til - og endiliga er dagurin upprunnin.
- Nógvir snávingarsteinar hava verið á vegnum, og onkrar av hesum kundu vit havt verið fyri uttan. Men tað skulu vit ikki dvølja við nú.
Hann vísti á, hvussu týdningarmikið tað er, at allir partar eru klárir og eru við, tá ein slík stór verkætlan verður sett í gongd.
- Eg haldi meg kunna siga, at vit øll nú draga somu línu. Eg vóni, at vit um stívliga trý ár, tá skúlin verður tikin í nýtslu, kunnu siga, at tað var tað vert, at vit brúktu tíð upp á at fáa verkætlanina so klára sum gjørligt, áðrenn vit fóru í gongd við at byggja.
Evald Kjølbro segði, at sum stjóri í Landsverki, sum er byggiharri í hesi stóru verkætlan, er hann sera fegin um, at politiski viljin hevur verið til staðar.
- Eg eri sera fegin um, at vit funnu eina loysn, eftir at vit høvdu roynt at finna tær sparingar sum vóru møguligar.
Hann vísti á, at kjarnin í øllum er, at okkara unga ættarlið nú fær góðar og virðiligar karmar at leggja grundstøðið undir víðari útbúgving.
- Eg ynski øllum góða eydnu við byggingini og næmingum og lærarum góða eydnu við teimum frálíku kørmum, sum verða, tá skúlin verður tikin í nýtslu á sumri í 2016, segði Evald Kjølbro.
Eftir at stjórin í Landsverki hevði sagt hesi orð, helt landsstýrismaðurin í mentamálum eisini eina røðu, og síðan segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, eisini nøkur orð.
Portalurin fer at venda aftur til skúladepilin í Marknagili, sum dagurin gongur.