Hakkari hjá Selena Gomez skal í fongsul

Talan er um 21 ára gamla, ókenda bretan, Gareth Crosseskey, ið er dømdur til fongsulsrevsing í eitt ár. Orsøkin er, at hann hevur hakkað seg inn á Facebook-brúkaran hjá amerikansku sjónvarps- og songstjørnuni, Selena Gomez.

 

Sambært The Sun varð maðurin funnin, aftaná, at FBI og og bretska løgreglan høvdu samstarvað saman í einari stórari kanning. Tað sigst, at hendan kanningin kostaði heili 50.000 pund. Hetta er umleið ein hálv millión danskar krónur.

 

Gareth Crosseskey viðgongur sjálvur, at hann hevur lisið privað boð ímillum Gomez og hennara sjeik, Justin Bieber. Eisini hevur hann lisið samrøður við aðrar persónar.

 

Dómarin grundgav sín dóm við, at fólk hava rættindi til privatlív og persónligar samrøður, og slíkt skal ikki almannakunngerast.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð