Hákun er nummar níggju á U20 EM-toppskjúttaralistanum

Tríggir føroyskir leikarar eru at finna millum 30 teir bestu málskjúttarnar

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Hákun West av Teigum, ið enntá ikki spældi við í seinasta dystinum móti Slovenia gjørdist nummar níggju á toppskjúttara-listanum í U20-EM endaspælinum í Porto í Portugal.

 

Hákun skoraði 39 mál. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið ikki spældi við í trimum dystum, og bara fekk spælt við fullari megi í tí fyrsta dystinum móti Danmark skoraði kortini 29 mál, og endaði nummar 24 á toppskjúttaralistanum.

 

Blaðungi Óli Mittún, ið heldur ikki spældi allar dystirnar endaði eisini millum 30 teir ovastu á toppskjúttaralistanum.

 

Francisco Mota de Costa hjá vertstjóðini gjørdist toppskjútti við 58 málum. Danski Thomas Arnoldsen gjørdist næstfremst við 54 málum. 

 

Her eru 30 teir fremstu á toppskjúttaralistanum: 

 

1    Mota da Costa, Francisco (POR)    58

2    Arnoldsen, Thomas (DEN)    54

3    Janc, Mitja (SLO)    47

4    Fadanelli, Nicola (ITA)    44

–    Kos, Milos (SRB)    44

6    Runarsson, Andri Mar (ISL)    43

7    Bortoli, Thomas (ITA)    40

8    Gurri Aregay, Jan (ESP)    39

–    Hrsak, Patrik (CRO)    39

–    West av Teigum, Hákun (FRO)    39

11    Martinez Llamazares, Antonio (ESP)    37

–    Mota da Costa, Martim (POR)    37

–    Oskarsson, Benedikt Gunnar (ISL)    37

14    Cirovic, Nik (SLO)    36

15    Lukacs,Peter (HUN)    35

16    Papp, Tamas (HUN)    34

17    Palmar, Kasper (SWE)    32

–    Wiaderny, Szymon (POL)    32

19    Rogan, Luka (SRB)    31

20    Bozicevic, Marin (CRO)    30

–    Pimenta, Hugo (FRA)    30

–    Sousa, Andre (POR)    30

–    Vincent, Gueric (FRA)    30

24    Dodic, Stefan (SRB)    29

–    Ellefsen á Skipagøtu, Elias (FRO)    29

–    Fadhuile, Matteo (FRA)    29

–    Haugli, Even (NOR)    29

Stankiewicz, Ebbe (NOR)    29

29    Freihöfer, Tim (GER)    28

Mittún, Óli (FRO)    28

 

 

 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin