Hákun West av Teigum slapp uppí part í kvøld í fyrsta dystinum hjá Füchse Berlin í EHF European League hetta kappingarárið.
Füchse Berlin tók móti franska liðnum, Chambery á heimavølli í bólki G.
Füchse Berlin vann dystin 24-22. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 13-10.
Hákun skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Izvidac úr Bosnia Hersogovina og Dinamo Bukarest úr Rumenia.
Klokkan 19.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir móti spanska liðnum, Cuenca á útivølli í bólki C.