Hákun og Skanderborg Århus hildu lív í hálvfinaludreyminum

Hákun West av Teigum skoraði fýra mál í útisigri móti Ribe-Esbjerg

Tað er hørð kapprenning millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus og Bjerringbro/Silkeborg um hvør skal fylgja GOG úr endaspælsbólki 1 í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Hákun skoraði fýra mál tá hann og liðfelagarnir fyrr í dag vunnu 32-27 á Ribe-Esbjerg á útivølli. Tað gekk illa í hond hjá Skanderborg Århus í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 15-12, men í seinnu hálvleiki fekk Skanderborg Århus sett tingini uppá pláss.

 

Í morgin tekur Bjerringbro/Silkeborg móti krútsterka oddaliðnum, GOG. Leygardagin 14. mai klokkan 15 tekur Skanderborg Århus móti Bjerringbro/Silkeborg á heimavølli í einum sera avgerandi dysti um hvør skal fylgja GOG í hálvfinalurnar. 

 

STØÐAN:   
Nr.Endaspælsbólkur 1DystirStig
1GOG38
2Skanderborg Aarhus45
3Bjerringbro/Silkeborg34
4Ribe-Esbjerg40