Hákun og Skanderborg Århus vunnu enn ein útisigur í European League

Skanderborg Århus hevur fult stigatal aftaná fyrstu trý umførini í European League

Tað eru verandi liðið og komandi liðið hjá Hákuni West av Teigum, ið eru fremst í bólki D í EHF European League við seks stigum.

 

Verandi liðið hjá Hákuni fram til komandi summar, Skanderborg Århus vann í kvøld stórsigur 34-25 á Aguas Santas úr Portugal á útivølli. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 17-11.

 

Skanderborg Århus hevur spælt tríggjar dystir higartil í European League, allir á útivølli, og allir eru vunnir.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í kvøld.

 

Komandi liðið hjá Hákuni, Füchse Berlin vann 43-34 (22-14) á Eurofarm Pellister á útivølli. 

 

Füchse Berlin og Skanderborg Århus eru fremst í bólki D við seks stigum. Spanska liðið Bidasoa Irun hevur fýra stig, og Eurofarm Pellister hevur tvey stig. Aguas Santas og ukrainska liðið, Motor Zaporozhye eru aftast við ongum stigi.

 

Komandi týskvøld tekur Skanderborg Århus móti Bidasoa Irun í tí fyrsta heimadystinum. 6. desember skal Hákun spæla móti komandi liðnum hjá sær, Füchse Berlin á útivølli, og eina viku seinni vitjar Füchse Berlin heimavøllin hjá Skanderborg Århus.

 

Áðrenn tað, komandi leygardag skal Skanderborg Århus spæla á útivølli móti Mikkel Hansen, og hinum stjørnunum hjá AaB á útivølli í Ålborg.