Tað gongur skjótt hvønn vegin. Farna sunnudag kundu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel fegnast um, at teir gjørdust týskir steypavinnarar aftaná sannførandi finalusigur á Melsungen.
Í kvøld var føroyingauppgerð í Wonderino høllini í Kiel, har Elias og liðfelagarnir tóku ímóti Hákun West av Teigum og hansara liðfeløgum í Füchse Berlin.
Tað endaði við, at Hákun, Mathias Gidsel og hinir í Füchse Berlin vunnu dystin 36-34. Tað lá serliga væl fyri hjá berlinarunum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var útiliðið á odda 18-14.
Lukas Zerbe skoraði fyri Kiel til støðuna 34-35 við 16 sekundum eftir á klokkuni. Men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at bróta álopið hjá útiliðnum, og tá tvey sekund vóru eftir sløkti Mijajlo Marsenic lítlu vónina hjá heimaliðnum.
Elias skoraði fýra mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til tvey mál (assist). Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Füchse Berlin er einsamalt oddalið í deildini við 42 stigum. Melsungen er næstfremst við 40 stigum. Nummar trý er liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf við 39 stigum. Kiel hevur 36 stig, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt hevur 34 stig. Verandi meistararnir, Magdeburg hava 33 stig, men teir hava spælt fýra dystir færri enn Füchse Berlin, og kunnu tí potentielt vinna seg heilt fram í oddin.
Tvey tey bestu liðini sleppa at royna seg í Champions League, og nummar trý, fýra og fimm sleppa at royna seg í European League komandi kappingarár.