Hákun vann Super Cup - Elias skoraði og legði upp til 13 mál

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu stórsteypið annað árið á rað

Mynd: Füchse Berlin

Annað árið á rað vunnu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin stórsteypið í Týsklandi.

 

Í Super Cup dystinum í München møtti Füchse Berlin Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel.

 

Tað endaði við javnleiki 31-31 aftaná vanliga leiktíð, har Füchse Berlin var á odda 19-14 í steðginum. Brotskastskappingina vann Füchse Berlin 3-2, og harvið dystin samlað 34-33.

 

Hóast Elias brendi í brotskastskappingini var talan um eitt framúrskarandi avrik hjá honum. Hann var toppskjútti hjá Kiel við sjey málum, og hann legði eisini upp til seks mál. 

 

Hákun fekk ikki so nógv at arbeiða við úti á høgra veingi, men tær báðar ferðirnar hann fekk møguleikan setti hann bóltin í netið.

 

Hóskvøldið klokkan 18 leggur Kiel fyri í bundesliguni við dysti á útivølli móti Erlangen. 

 

Sunnudagin 31. august fær Füchse Berlin vitjan av Bergischer í Max Schmelling høllini í Berlin. 

 

 

 

Mynd: Füchse Berlin