Trummuleikarin Hal Blaine er deyður, 90 ára gamal.
Hann var av mest nýttu trummuleikarum í nútímans tónleikinum og var við The Wrecking Crew, ið leikti við á nógvum hit-útgávum í seksti- og sjeytiárunum.
Blaine leikti á 38 single útgávum, ið náddu ovasta tindin á Billboard Hot 100 í USA. Teirramillum eru Good Vibrations hjá The Beach Boys, Mrs. Robinson hjá Simon & Garfunkel og Strangers in The Night hjá frank Sinatra.
Hann var eisini maðurin aftanfyri trummurnar á kendum innspælingum, eittnú Be My Baby hjá The Ronettes og Pet Sounds, ið verður mett sum meistaraverk hjá The Beach Boys. Frá 1966 til 1971 spældi hann við á øllum Grammy vinnarum av Record of the Year, og sjálvur fekk Blaine Grammy Lifetime Achievement Award í 2018.