Hald lagt á hassj í Suðuroy

Samstarv ímillum løgregluna og tollvaldið gav úrslit

 

Eitt samstarv ímillum tollvaldið og løgregluna í Suðuroy hevur nú ført til, at hald er lagt eina nøgd av hassji, sum ætlanin var at innflyta til Suðuroyar.

 

Jaspur Vang á løgreglustøðini í Suðuroy, váttar, at tey hava reist eitt mál, sum snýr seg um ólógligan innflutning av 386 grammum av hassji, harav løgreglan hevur lagt hald á ein part.

 

Samstundis hevur løgreglan gjørt húsarannsóknir í sambandi við málið.

Jaspur Vang sigur, at hassjið er komið til Suðuroyar við pakkaposti og tilsamans eru trý fólk skuldsett í málinum.