Mánadagin er 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur og eisini í Vestmanna fara tey at hátíðarhalda dagin.
Hátíðarhaldið í Vestmanna verður á tí, tey nevna Reyða Torginum, sum er Torgið mitt í bygdini, og tað verður klokkan 17, so at tey, ið hava verið á hátíðarhaldi í havn, kunnu lukkast norður til Vestmanna
Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri 1. maihaldi í Vestmanna, og í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.
Eisini í ár fer Vestmanna Hornorkestur at spæla.
Røðararnir verða tríggir í tali, nevniliga Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag, Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.
Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn í felagshølunum beint við Torgið.