Sunnudagin verður gudstænasta í gjónni við Gjógv. Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesi serligu guðstænastu og hini bæði árini hevur undirtøkan verið framúr góð. Í fjør varð mett, at eini 600 fólk vóru á guðstænastuni.
Eins og árini frammanundan, fer Vestmanna sangkór at syngja undir guðstænastuni. Eisini Eiðis Ljómfelag fer at spæla, og hesa ferð hava tey styrkt seg við spælarum aðrastaðni frá eisini.
Í ár verður Emil Olsen, prestur á Eiði, sum fer at prædika, og Gudmund Mortensen fer at spæla orgul.