Arbeiðið at fyrireika ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, heldur fram næsta ár. Tað stendur í fíggjarlógini, sum landstýrið hevur lagt fram í morgun.
Í ár eru 500.000 krónur settar av til jarðfrøðiligar kanningar í hesum sambandi, og tær eru brúktar til innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar á landi. Harumframt eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin ímillum Sandoy og Skúgvoy, umframt sunnanfyri Skúgvoy og norðanfyri Suðuroy.
Mæsta ár verða eisini 500.000 krónur eisini settar av til fyrireikingarnar, men hinvegin hevur Landsverk mælt til, at játtanin verður tvær milliónir til seismiskar kanningar næsta ár.
Landsstýrið sigur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur, og hann verður liðugur í 2023. Talan er um ein tunnil av Sandi til Skúgvoyar og haðani til Sandvíkar.