Fríggjakvøldið 20. apríl verður politisk konsert í Læaraskúlahøllini í Havn.
Konstertin skal vera ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, ið virkar eftir teirri grundhugsan, at føroyingar eru serstøk tjóð í heiminum, og at hetta eisini er galdandi innan tónleikaheimin.
Tað eru Jón Tyril úr tónleikabólkinum CLICKHAZE, Jón Joensen úr TÝR og Niels Arge Galán úr 200, ið skipa fyri tiltakinum, ið hevur fingið heitið FREE FØROYAR.
Jón Tyril ásannar, at heitið á konsertini hevur politiskar undirtónar. Men tað er eisini meiningin.
? Við at vísa á ein føroyskan tjóðarsamleika og skipa fyri mentanarligum tiltøkum haldi eg, at stuðlað verður upp undir fullveldisstríðið. Alt sjálvstýrisstríð føroyinga byrjaði jú sum eitt mentanarstríð. Fyri mær eru hesi tingini tengd saman, sigur Jón Tyril.
Bólkarnir, sum verða við á konsertini, eru 200, Týr, Clickhaze, Marigold, Diatribes, Happy, Sámal Ravnsfjall, Teir og Side Effect.
Tríggir av hesum bólkunum eru við í Prix Føroyar finaluni, men Jón Tyril lovar, at teir fara at spæla annað tilfar til konsertina í Læraraskúlahøllini.
? Ætlanin er ikki at kappast við Prix Føroyar, men heldur at geva eitt ískoyti, sigur Jón Tyril.