Kiwanisfelagsskapurin er farin undir at luta burtur ein føroyskan bát einaferð árliga. Í fjør gjørdist ein norsk kvinna so hugtikin av bátinum, at hon keypti lutaseðlar í rúgvuvís, tí hon vildi fegin eiga slíkan bát, sum forfedrar okkara komu til Føroya við.
Hon vann tó ikki bátin, so hon gjørdi ikki matari, enn at hon setti seg í samband við bátasmið á Sandi, og bað hann smíða sær bát.
Sostatt kann sigast, at tiltakið hjá felagsskapinum eysnaðist væl, tí tað førdi við sær, at føroyskur bátasmiður fekk bílegging.
Ætlanin
Júst hetta halda limirnir í Kiwanis vera gleðiliga og áhugaverda søgu, tí ætlanin og endamálið við at luta bát burtur, er júst at stuðla føroyskum bátasmiðum og bátasmíði.
At smíða bátin, ið verður lutaður burtur, biður Kiwanis hvørt ár nýggjan bátasmið, so allir fáa møguleikan. Vónin er sjálvsagt eisini, at hetta kann økja áhugan millum manna fyri føroyska bátinum, so smiðirnir fáa bíleggingar.
Kiwanis er felag, ið við at gera ymisk tiløk, savnar inn pening, ið nýttur verður at stuðla góðum endamálum.
Umframt at stuðla bátasmíði, stuðlar felagskapurin eisini minni mentum í nærumhvørvinum peningaliga.