Tónleikabólkurin X-mas við eitt nú Rana Nolsøe, Karl Martin Samuelsen og Hanus G. Johansen hevur um vikuskiftið tvær framførslur í sambandi við, at Sir Paul McCartney rundar 70 ár. Á konsertunum fer bólkurin við skiftandi sangarum at tulka sangir hjá McCartney. Fríggjakvøldið kl. 19.30 verður tað í Norðurlandahúsinum og leygarkvøldið kl. 21.00 í Spaniastovu í Klaksvík.