Halda rundan dag á Argjum

Ítróttafelagið Argir – stytt ÍA – fylti 10 ár í august í fjør. Tá forðaði covid-19 fyri føðingardagshaldinum, men í felagnum ætla tey ikki, at hetta skal fara framvið ótalað. Tí verður føðingardagsveitsla hildin í morgin fríggjadagin 30. september.

 

Føðingardagsveitslan verður hildin við Skúlan á Hamrinum, har føðingardagsbarnið bjóðar pylsur og annað gott.

 

Frá byrjan var ætlanin at skapa ein felagsskap, sum gav argjabørnum møguleika at spæla hondbólt á Argjum.

 

Byrjanin var heldur tilvildarlig tá argjabørn mannaðu eitt U12-lið hjá Neistanum. Kristian Martin Skála og Martin Mørk áttu hvør sin son á hesum liðnum, og tað eina kvøldið eftir venjing prátaðu teir um, at kanska teir bara skuldu stovna sítt egna felag.

 

Martin hevði undan hesum verið aktivur í Neistanum, meðan Kristian Martin hevði slitið sínar barnaskógvar í H71 - har hann eitt skifti eisini var formaður. Afturat sær fingu teir tveir Kyndla-menn, Nikolai Balle og Michael Viderø, og so varð lagt til brots.

 

Í dag telur felagið fleiri enn 170 limir og í høllini, sum síðani er komin í Skúlanum á Hamarinum, spæla hesi í øllum aldursbólkum - frá mini-hondbólti til U16. Eisini hevur felagið seinastu fýra árini havt fulltíðarsettan venjara.