Haldi ikki skráin er so spennandi í ár

- Eg haldi ikki skráin er so spennandi í ár, tí fleiri av útlendsku nøvnunum siga mær ikki so nógv.


Tað sigur Fríðálvur A. Jensen, ið seinnu árini hevur gjørt vart við seg sum tónleikaummælari í millum annað sendingini Kvørnin hjá Kringvarpinum, um skránna á Voxbotn í ár. Tað er tó eitt útlendskt navn, ið hann gleðir seg at hoyra.


- Tað útlendska eg avgjørt ætli mær at hoyra er Nephew, tí eg havi skilt, at teir eru komnir sterkir aftur, so tað gleði eg meg til. Hini fara nokk ikki at draga meg oman, sigur Fríðálvur Jensen.


Hinvegin eru tað nøkur føroysk nøvn, ið Fríðálvur Jensen ætlar sær at hoyra, hóast nøkur teirra eftir hansara tykki spæla skeiv tíðspunkt.


- Av teimum føroysku er Byrta, saman við Silvurdrongi, komið rættiliga væl frá nýggja staklagnum “Hennara dansigólv”, sum vit í Kvørnini vóru samd um at lata fara beinleiðis gjøgnum nálareygað, sigur Fríðálvur Jensen og leggur afturat.


- Tað er nokkso spell, at Hamradun ikki liggur eitt sindur seinni í skránni, tí eg rokni við, at fleiri høvdu farið at hoyra teir, tí teir onkursvegna hoyra meira til veitslufólkið og tann stemningin. Tað er nokk ikki lætt at leggja skráir, men ongin ivi er um, at konseptið hjá Danny & The Veetos er líka nógv til tey yngru og tískil kundi ligið fyrri á kvøldinum.


Tónleikaummælarin vísir at enda á, at veðrið er við festivalinum hesaferð og fer ivaleyst at seta sín serliga dám á dagin og kvøldið.