Mogens Nepper Christensen, fúti, hevur ongar viðmerkingar til samrøðuna við konu og son John Petersen, sum fella lemjandi dóm yvir løgregluna, í Sosialinum seinasta leygardag. Fútin er arbeiðsgevari og evsti myndguleiki løgreglunnar, men hóast álvarsamar skuldsetingar verða settar mótvegis løgreglufólki, hevur fútin onga viðmerking.
- Eg havi dómin at halda meg til, og einki annað, sigur Mogens Nepper Christensen.
Av sínum eintingum er fútin ikki sinnaður at viðgera ítøkiliga málið. Í hansara hugaheimi er seinasta orðið í málinum sagt. Hann hevur ikki í hyggju at tosa við nakran um, um løgreglufólk hava borið seg rætt at ella ikki.