Haldið semjuna ella slíti eg

So bersøgin er formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, nú samgongulimir hvør í sínum lag leggja uppskot í hundrað milliónaflokkinum fram av sínum eintingum

Kaj Leo Johannesen lovaði ilt av sær á tingsins røðarapalli í gjár. Hann segði bart út, at hildu samgongulimir seg ikki til fíggjarlógarsemjuna, sum gjørd varð í farnu viku, so var eingin samgonga meir.

Formaður Sambandsfloksins sigur, at tað á ongan hátt kann góðtakast, allir liggja í sjálvdrátti minni enn viku eftir, at semja varð gjørd um, at soleiðis skuldi ikki farast fram.

- Nú kemur ávísur javnaðarmaður við einum uppskoti til ein skúla til 180 milliónir av sínum eintingum. Og tað er serstakliga ósmæðið, tí tað er júst Javnaðarflokkurin, sum alla tíðina hevur forðað fyri nettup skúlamálinum. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava alla tíðina verið fyri hesum málinum, men Javnaðarflokkurin blokeraði. Um hesin javnaðarmaðurin meinar nakað við nýggja skúla, kundi hann bara havt tikið undir við okkum, tá málið var frammi, sigur Kaj Leo Johannesen.

Formaður Sambandsfloksins skýrir tað fyri óseriøsitet, sum er galdandi fyri alt tingið, og tað er henda óseriøsitet, hann vil hava at halda uppat.

- Óskilið, sum vit síggja nú, er fremsta orsøkin til, at landið fór á heysin fyrst í 90-árunum. Síðani vit gjørdu fíggjarlógarsemjuna hava vit fingið tvey uppskot sum einsamøll kosta upp móti hálvari milliard. Og tað er greitt, at sum ábyrgdarhavari av búskapi landsins kann Sambandsflokkurin ikki standa modell til slíkt, sigur Kaj Leo Johannesen.

 

Krevur fund

Kaj Leo Johannesen er so fortørnaður inn á tað, sum hann metir sum fíggjarligt ábyrgdarloysi, at hann er til reiðar at slíta samgonguna, taka samgongulimir ikki annað skinn um bak.

- Eg havi kravt ein fund við formenninar í hinum báðum samgonguflokkunum, og har ætli eg mær at krevja, at teir halda seg til ta semju, sum varð gjørd í síðstu viku. Og kann eg ikki fáa lyfti um tað, fari eg at mæla løgmanni til at skriva út nýval, tí er eingin fíggjarlógarsemja, er heldur eingin samgonga, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann vil sum so ikki peika á nakran ávísan samgongulim, men tað er einki at ivast í, at hann fyrst og fremst hugsar um Anfinn Kallsberg, sum hevur lagt uppskot fram um tunnil Norð um Fjall, og John Johannesen, sum hevur lagt uppskot fram um nýggjan studentaskúla.

Løgmaður er sum kunnugt uttanlands í løtuni, men skuldi koma til landið eftir evstamark blaðsins, og Kaj Leo Johannesen sigur, at hann fer at krevja fundin so skjótt løgmaður er komin til landið, og áðrenn, at triðja viðgerð av uppskotinum um at stytta tíðina frá tí valið er útskrivað til valið verður hildið, kemur fyri.

- Fáast flokkarnir ikki at halda seg til semjuna, gevur tað onga meining at halda fram í samstarvinum. Tá verður bara talan um at slíta hvønn annan upp seinastu vikurnar, og tað er óheppið, tí vit hava havt eitt sera gott samstarv í samgonguni alla tíðina, sigur Kaj Leo Johannesen.

Men hann var avgjørdur, tá vit tosaðu við hann fyrrapartin, og tí er ikki púra vist, at nøkur samgonga framvegis er til, tá dagurin í dag fer at aftna.